Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Mánadagin verða leiðreglur settar upp á Tórsbreyt, har seinastu tíðina nógv fólk hava verið og onkuntíð kanska í meira lagi.

Allur heimurin er meira og minni farin undir eina herferð, har undirstrikað verður týdningurin av at halda frástøðu.

Millum annað verður hesin teksturin at lesa á teimum trimum skeltunum, ið verða sett upp:

• Skjótir rennarar skulu mest møguligt brúka breyt 1 og 2

• Aðrir rennarar skulu mest møguligt brúka breyt 3 og 4

• Gongufólk skulu mest møguligt brúka breyt 5 og 6

AÐRAR ÁSETINGAR – KORONA.FO
• Minst til altíð at halda frástøðu (2 metrar) og verið ongantíð fleiri enn 10 persónar saman, helst færri!

• Hav gott hondreinføri, vaska tær ofta og væl um hendurnar (ves eru vanliga opin í tænastuhúsinum). Spritta hendurnar, um tú ikki hevur atgongd til vatn og sápu.

• Hosta og njós í ermuna – ikki í hendurnar.

• Minst til, vit kunnu øll vera smittuberar, hóast vit eingin sjúkutekin hava.

• Verið varug við sjúkueyðkenni, ið kunnu benda á koronavirus, t.d. hosta og fepur, og ver heima, um tú merkir tær okkurt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo