Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eg gekk mær ein túr ein dagin og fall í prát við nøkur ung rossafólk. Eg spurdi tey, um tað ikki var gott at hava fingið so góðar umstøður, nú ríðihøllin var liðug og møguleiki var at leiga seg inn í fjós úti á Dal.

Jú, tey vóru sera fegin um høllina, men verri var við fjósinum, sum tey ikki væntaðu at fáa stóra gleði av. Týðuliga vónbrotin greiddu tey mær frá, at leigan var so dýr, at tað var torført at gjalda árliga fjósagjaldið sum var ásett.

Eg spurdi undrandi, hvussu tað hekk saman. Mær vitandi var alt mest sum sjálvboðið arbeiði og tí skuldi húsið ikki verið so dýrt, at neyðugt var, at taka okurs prís frá ungum fólki. Mær vitandi hava bæði Vága kommuna og privatar fyritøkur stuðlað byggingini av høllini.

Tá fekk eg hetta svarið, sum fekk meg at taka pennin í hond og skriva hesar reglur.

Tað vísti seg nemliga, at ikki øll skuldu gjalda henda høga prís, men bert nøkur fá. Restin skuldi gjalda munandi minni og nøkur als einki afturfyri hetta sokallaða sjálvbodnað arbeiði.

Eg segði bara einki við tey ungu fólkini, men hugsaði mítt. Spell, at hetta sum tey hava sæð fram til, nú nokk ikki gjørdist ein veruleiki fyri tey.

Vit vita øll at ein tann týdningarmiklasti parturin av einum felag eru tær eldsálir, ið gera eitt megnar sjálvboðið ólønt arbeiði. Eldsálir, sum hugsa mest um teirra felag og limir og eru fyrimyndir hjá ungum fólki. So er spurningurin um hetta kann sigast at vera sjálvboðið arbeiði.

Ikki hugsi eg, at eldsálir eiga at hava slík framíhjárættindi, at tað skal ganga útyvir onnur. Eg síggi á heimasíðuni hjá jn.fo, at Albert Ellefsen sigur í røðu síni, tá ið høllin bleiv tikin í brúk, “tit hava lagt ein varða eftir tykkum. Vit eru stolt og glað at hava borgarar, sum gera sjálvboðið arbeiðið fyri felagsskapin’’.

Eg standi eftir við einari løgnar kenslu. í mínum hugaheimi er sjálvboðið arbeiði – sjálvboðið arbeiði, sum skal gagna øllum limum í felagnum.

Eg haldi meg vita, at er tað nakað, sum reiðfólk í Vágum hava longst eftir og arbeitt ímóti, so er tað at betra um umstøðurnar fyri bæði ross og reiðfólk. Nú høllin endiliga er ein veruleiki, átti tað at skapt samanhald, trivnað og menning hjá øllum, ið fáast við ríðing.

Livst so spyrt.

Undrandi vágafólk

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo