Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

- Men tað hendi í teimum døgum, at tað komu boð frá Bárði á Steig, at jólaborðhaldini ikki verða avlýst. Leikbólkurin Fják vil tí kunngera eini gleðiboð, sum skulu vera fyri øll jólaborðhald í Føroyum.

Soleiðis byrja tey í nýstovnaða leikbólkinum Fják tíðindaskriv, har tey bjóða seg fram at koma at hála í smílibondini hjá teimum, sum í næstum kunnu væntast at fara til jólaborðhald ymsastaðni kring landið.

- Eitt jólaborðhald er ein pausa frá pressinum, sum vit øll føla í jólatíðini – alt skal síggja gott út, gávurnar skulu vera dýrar, og alt skal vera so huuugnaligt, sigur leikbólkurin.

Leikbólkurin vil av tí sama bjóða eina pausu, har tey saman við gestunum flenna eftir tí vanliga føroyinginum, sum roynir at skipa fyri tí perfektu jólini.

Tey trý hava skrivað jólatilfar, sum er av tí grova, ókorrekta og satiriska slagnum.

Tú finnur tey á facebook.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo