40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Leitingin eftir kvinnuni, sum í gjár bleiv burtur við Trælanípuna í Vágum, er í morgun tikin uppaftur.

Nú er leitingin serliga á sjónum, men líkindini eru trupul, tí veðrið á sjónum er ringt har á leiðini, upplýsir politiið. Tyrla og bátar eru við í leitingini.

Politiið arbeiðir nú við fýra møguleikum. Antin er talan um, at kvinnan er deyð ein nátúrligan deyða og í tí sambandinum horvin. Hon kann hava verið fyri einum óhappi, og vera dottin útav. Hon kann hava beint fyri sær sjálvari. Ella hon kann vera dripin.

Sum er vil politiið ikki útiloka nakran møguleika.

Ongin er handtikin ella skuldsettur í málinum.

Kvinnan var úr Kina. Maki hennara úr Niðurlondum, og tey búðu í Týsklandi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo