Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Konsertferðin byrjar tó í Ballerup, Keypmannahavn, mikukvøldið 11. oktober, tá Lena trínur á pall saman við donsku songkvinnunum Ida Wenøe og Kajsa Vala til eitt tiltak, ið kallast Live Songwriter Circle. Talan er um eitt tiltak, har tær tríggjar hvør í sínum lagi framføra egin løg, og siga søgur úr teirra lívi við tónleiki.

Eftir hesa framførsluna gongur leiðin til Fermaten í Herning, har Lena hevur sama bólk við sær – Niclas Johannesen, Jóhannus á Rógvu Joensen og Jósva Debes – sum framførdu á fullsetta Reinsarínum farna fríggjakvøld.  Á konsertini í Herning er talan um dupult føroyska framførslu, tí føroyski troubadourorin Hans Andrias, sum eisini er á konsertferð uttanlands, hitar upp fyri Lenu í Herning.

Soleiðis sær konsertferðin hjá Lenu Anderssen annars út:

Ballerup, mikukvøld 11. oktober – Baltoppen,

Herning hóskvøld 12. oktober – Fermaten,

Næstved, leygarkvøld 14. oktober – Grønnegades Kaserne Kulturcenter

Keypmannahavn, hóskvøld 19 oktober, Krudttønden

Stubbekøbing, fríggjakvøld 20. Oktober, Maglebrænde Gl. Skole

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo