Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Í dag, fríggjadagin 5. oktober, gevur Lena Anderssen út nýtt staklag, sum kallast “To Be With You Again”. 

Hetta er fyrstu ferð – burtursæð frá einum jólasangi í 2012 – at Lena gevur út einstakt lag, ið ikki er tengt at eini fløguútgávu.

Sjálv er hon í holt við nýggja útgávu, og tá komandi útgávan varð tikin upp við legendariska Beatles upptøkumanninum Geoff Emerick handan knøttarnar í mars mánað í ár, var lagið “To Be With You Again” ikki teirra millum, hóast tað upprunaliga var upp á tal.

Lena kundi tó ikki sleppa “To Be With You Again” og í summar varð ein vika sett av at innspæla sangin. Talan er um eina klaver balladu og er tað Finnur Hansen, ið spælir klaverið, meðan Niclas Johannesen spælir kassaguitar og Karl Martin Samuelsen syngur kórrøddir. Haraftrat eru 32 strúkararnir innspældir í Makedonia. 

Sjálv sigur Lena um lagið: “To Be With You Again hevur nógv at siga fyri meg. Sangurin er eitt slag av hugleiðing um lívið og hesa grundleggjandi kensluna av longsli, ið vitjar okkum øll nú og tá. Hesin sári saknurin, ið fær teg at ynskja, at til bar at fara aftur til eitt ávíst stað, eitt ávíst menniskja ella kanska eina ávísa løtu. Tann farna leiðin, sum tú ikki kennir veruliga virði á, fyrr enn hon er júst tað – farin.

Lena Anderssen og hennara bólkur spæla somuleiðis fýra konsertir í Danmark nú í oktober.

17.10 Godset, Kolding

18.10 Tobaksgaarden, Assens 

19.10 Culthus, Nykøbing Falster 

20.10 Musikforeningen Drauget 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo