Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Lena Anderssen spælir á Summar Festivalinum, sum verður hildin í august mánaði.

Lena Anderssen er millum tær størstu tónlistakvinnurnar í Føroyum. Síðani seint í 1990’unum hevur hon sum solistur skrivað, útgivið og spælt tónleik heima og burturi. Hon hevur gjørt eina langa røð av frálíkum sangum, og tað hevur altíð verið dygd og tyngd í hennara tónleiki.

Lena hevur fyri kortum verið á konsertferð í Danmark, Onglandi og Kanada, og í heyst skal hon aftur á ferð uttanlands. Lena arbeiðir eisini við nýggjari útgávu. Í mars var hon í USA og gjørdi innspælingar. Fløgan verður gjørd liðug í Los Angeles í september.

Síðan Lena seinast spældi á Summar Festivalinum, hevur hon givið út fløguna Eagle In The Sky, sum vann heili fýra FMA heiðurslønir í 2017 – teirra millum ársins útgáva og ársins songkvinna.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 9. til 11. august. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo