Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Hetta er tíðin, tá nýklaktir lærarar fara til verka. Tey hava fingið prógv av Fróðskaparsetri Føroya og eru full í nýggjari vitan um, hvussu børnini í okkara landi skulu læra at lesa, skriva, rokna og alt hitt, ið til hoyrir. Hetta fær meg at hugsa um tíðina, tá eg fekk mítt prógv. Ókey, tað er kanska heldur ikki so langt síðani, og tó. Vit spola tíðina eitt sindur aftur.

Eg minnist, at eg eftir miðnám ikki visti, hvat teg skuldi fara at lesa. Hetta var í 2012. Eg hugsaði um at lesa heimspeki í Keypmannahavn, tí hetta helt eg vera akkurát nakað fyri meg. Men so var tað ein klók kvinna, ið segði, at eg átti at lisið til lærara, tí lærarar arbeiddu ikki so nógv, og so var eisini nógv frítíð, sum eg kundi brúka saman við børnunum! Hmmm … Hetta var kanska akkurát tað. Eg hevði roynt meg sum vikarur í 1 ár, og tað dámdi mær rættiliga væl. Í 2012 byrjaði eg glað og spent á Námsvísindadeildini.

Lestrartíðin var ótrúliga góð, eg lærdi nógv nýggj fólk at kenna og fekk nýggj vinfólk. Hetta var eisini ein strævin tíð, tí eg búði í Suðuroy og ferðaðist til Havnar tríggjar dagar um vikuna í skúla. Hetta bar væl til, skuldi bara sova annan vegin og gera skúlating hin vegin – einki problem. Síðsta árið á Námsvísindadeildini flutti eg til Klaksvíkar at búgva.

Í 2016 fekk eg prógv, og nú var eg so væl lisin og full í øllum møguligum ástøðum hjá Vygotsky, Piaget og Bloom, at eg var klár at fara út at undirvísa, og eg helt, at eg hevði skil á øllum!

Nú skuldi starvið finnast. Tað var ikki bara bara! Nógv størv vóru leys, og eg sendi umsókn til hvønn einasta skúla í landinum. Eg fór til samrøðu í Sørvágs skúla, og har fekk eg mítt fyrsta starv. Eg var lukkulig, tí tað er ikki bara sum at siga tað at fáa starv sum lærari. Men bar tað til at búgva í Klaksvík og arbeiða í Sørvági? Eg skuldi koyra 170 km hvønn einasta dag! Tvass, hugsaði eg, tað vóru einans 198 arbeiðsdagar.

Í august byrjaði eg full í orku og nýggjari vitan. Ikki veit eg, tá arbeiðsdagurin var av, var eg so móð, at tað var ikki hugsingur um at gera nakað sum helst heima við hús, tí høvdið var so fult av øllum møguligum nýggjum, ið skuldi takast inn. Ná, men eg helt meg framvegis hava skil á øllum, og hetta skuldi nokk ganga!

Ein dagin í september, knappar tríggjar vikur eftir skúlabyrjan, fór eg glað og (helt eg) væl uppløgd til arbeiðis. Tá eg kom inn og skuldi skifta í inniskógvar, sá eg, at annar renniskógvurin var neon gulur, og hin var ljósareyður! Tað hevði verið so lítið skil á mær hendan morgunin, at eg ikki hevði lagt til merkis, at skógvarnir ikki hóskaðu saman. Hetta var dagurin, har tað rann upp fyri mær, at eg kanska ikki hevði skil [KP1] á øllum, og eg kanska ikki visti alt. Nú seti eg hol á triðja árið sum lærari, og eri eg blivin rættiliga nógv klókari! Alt, sum eg helt meg vita, tað visti eg í grundini einki um.

Fyrsta árið snúði seg stutt sagt bara um at yvirliva og koma ígjøgnum árið heilskapað – tað gjørdi eg, men kanska ikki við stíli.

Vit læra nógv meir av at vera úti og undirvísa. Ástøðini eru góð at hava í taskuni, men tað at undirvísa hevur so nógv størri týdning, og tað er har, vit læra, hvat tað er at vera lærari.

So til tykkum nýklaktu lærarar, fyrireikið tykkum til eitt ár, har tit arbeiða og sova! Men tað verður betri. Eg elski mítt starv og kundi ikki hugsað mær at gjørt nakað annað enn at verið lærari! Vit gera nógv annað enn bara at undirvísa!

Vibeke Michaelsdóttir, lærari, skrivar; greinin stendur í nýggjasta Skúlablaði.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo