Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Lions: Árliga ólavsøkuframsýningin hjá Lions Club Tórshavn er aftur í ár í Müllers Pakkhúsi í Havn, har bæði ólærd, sjálvlærd og onnur sýna fram síni listaverk. Sum altíð, er endamálið at savna saman pengar til eitt vælgerandi endamál.

Framsýningin letur upp í Müllers Pakkhúsi seinnapartin hósdagin 27. juli og heldur fram ólavsøkudag, ólavsøkuaftan og sunnudagin 30. juli. Hósdagin er opið klokkan 16-20, ólavsøkuaftan og ólavsøkudag klokkan 14-20, og sunnudagin er opið klokkan 16-20.

Longu nú ber til hjá áhugaðum framsýnarum at melda síni listaverk til framsýningina. Freistin at melda seg til ólavsøkuframsýningina í Müllers Pakkhúsi er fríggjadagin 21. juli, og listaverkini skulu latast inn í Müllers Pakkhúsi sunnudagin 23. juli millum klokkan 16 og 18. Óseldir málningar skulu heintast aftur sunnudagin 30. juli millum klokkan 20 og 21.

Nærri kunning um, hvussu ein kann melda seg til, sæst á heimasíðuni lions.fo ella á Facebook-vanganum hjá Lions Club Tórshavn, facebook.com/lionstorshavn. Sum tað hevur verið hesi síðstu árini, kann hvør framsýnari í mesta lagi hava trý listaverk við.

Ágóðin av framsýningini fer óskerdur til eitt vælgerandi endamál ella felagsskap.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo