40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Nú skjótt eitt ár er liðið, síðani OY lat dyrnar upp, og gongd veruliga er komin á framleiðsluna, hevur Petur Øl ynskt at koma nærri kundanum.

Petur Øl, sum er eitt kent andlit í ølvinnuni og ímyndin av góðari tænastu,verður framyvir sølustjóri í OY, og kemur sostatt at taka sær av sølu burturav.

Nýggi stjórin í OY eitur Lis Waagstein. Lis er 36 ára gomul, er bankalærd og hevur eisini útbúgving innan fíggjarbúskaparfrøði. Seinastu 5 árini hevur hon rikið handlarnar Sheep, sum hon sjálv eisini átti.

- Við drúgvu royndunum hjá Lis frá vinnulívinum, royndunum hjá Peturi Øl frá ølvinnuni saman við dugnaliga bryggjaranum Alessandro Ersettigh Picinich, gleða vit okkum til spennandi tíðir fyri framman, siga tey hjá Oy.

Leiðslutoymið í OY sær nú soleiðis út: Lis Waagtein, stjóri, Petur Øl, sølustjóri, og Alessandro Ersettigh Picinich, høvuðsbryggjari (myndin).

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo