40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Forkunnug listasýning letur upp í dag í skúlanum og uttanfyri skúlan í Tjørnuvík. Sýningin er gjørd í samstarv við LISA. Framsýningin er opin frá 18.-23. september frá kl.15.00-19.00.

Fernisering er í dag, mánadag 18. september kl.17.00 har umboð fyri LISA koma at siga nøkur orð. Aftaná eru øll boðin til vafflur og drekkamunn.

Tey sum sýna fram eru:

Guðrið Poulsen - keramikari: Einki heiti, 2017
Installatión - MDF pláta - í skúlanum

Guðrið sigur soleiðis: Vit eru kropsligar verur í verðini. Lendið vit ferðast á, er akkersbotnurin. Kroppurin glíður ikki mótburðarleysur um verðina, hann nemur land. Tað ber ikki til at skilja kroppin frá verðina. Kroppurin og verðini eru eitt og sama hold. Vit traðka á verðina við okkara fótum og síggja heimin við okkara eygum, harvið eru vit kropsliga akkersfest í teirri longu givnu verðini. Á ferð.

Heðin Ziska Davidsen - tónleikari/ljóðleikari
Konstant in Opel - Ljóðinstallatión
- í túninum

Heðin sigur soleiðis: Ein hjallur merkir fyri meg, mat (serliga kjøt) og onkusvegna, so er ein hjallur eisini bygdasligur. Hesin fitti, meir enn 100 ára gamli, hjallurin fær meg eisini at hugsa aftur í tíðina. Í hvørtfall á eina tíð har ravmagn og tungar maskinur ikki myndaðu samfelagið og ljóðmyndina. Har er eisini nógv annað sum er kropið inn og er vorðið góðtikið í ljóðlandslagnum í dag í Tórshavn eins og aðrastaðni. Her havi eg so fanga tey ljóð, ið eg verið útsettur fyri, tá eg fái mær mat til vega í Miklagarði (keypa inn, kalla tey tað) og vit kunnu hugleiða um, hvussu hesi ljóð harmonera, við tað enn óindustrialiseraða og elektrisitet ódomineraða ljóðlandslagið í Tjørnuvík. Eg koyri tilfeldigvís í einum opel og keypi sum oftast í Miklagarði.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo