Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Reyði Krossur Føroya: Reyði Krossur Føroya og LÍV skrivaðu í dag undir trý ára avtalu, sum inniber, at LÍV er høvuðsstuðul hjá Vitjanartænastuni hjá Reyða Krossi.

Vitjanartænastan hjá Reyða Krossi virkar fyri at basa einsemi, tí vit vita, at einsemi og sosial avbyrging eru stórir fólkaheilsutrupulleikar, ið hava ringa ávirkan á bæði likamliga og sálarliga vælveruna hjá fólki.

Vitjanartænastan hevur seinastu árini verið merkt av øktum áhuga, og tí er tað sera gleðiligt, at hendan avtalan kann vera við til at tryggja karmarnar og grundarlagið undir tænastuni, soleiðis at hon framhaldandi hevur møguleika at mennast og víðkast.

Reyði Krossur fegnast um stuðulin og vit gleða okkum til eitt gott samstarv við LÍV.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo