Átta brasilskir leikarar í Premier League vera ikki tøkir til dystirnar í vikuskiftinum, skriva bretskir miðlar.
Premier League-feløgini noktaðu landsliðsleikarunum at leika fyri lond sum vóru á reyða listanum viðvíkjandi smittu, og tað rakti meint suðuramerikansku londini.
Nú hevur so brasilska fótbóltssambandið bustað dustið av eini FIFA-viðtøku sum sigur, at leikarar sum ikki verða fríttstillaðir til landsdystir kunnu suspenderast í upp til fimm dagar eftir at landsliðstíðarskeiðið er av.
Talan er um dagarnar frá 10.–14. september.
Leikararnir sum verða ávirkaðir eru Alisson, Fabinho og Roberto Firmino (Liverpool), Ederson og Gabriel Jesus (Manchester City), Thiago Silva (Chelsea), Fred (Manchester United) og Raphina (Leeds), skrivar NRK.
Eight Premier League players will be stopped from playing for their clubs this weekend after Brazilian football authorities triggered a Fifa rule to prevent them appearing.
— BBC Sport (@BBCSport) September 8, 2021
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo