Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Vit vóru savnað úti í Tanga við minnisvarðan yvir sjólátin í Sjóvar sókn. Frálíkt høgættar veður. Kalt, men turt í veðrinum.

Sjósálmarnir ljóðaðu væl við útsýni yvir Toftabygd í eystri og Tangafjørð í vestri. Leiðin millum Stong og Eystnes er væl kend sum siglingarleið til fiskimið og vandaleið, tá ið veðrið ikki er til vildar, og ilska er í sjónum.

Vit mintust tey farnu. Lívlát er ein partur av okkara samleika. Føroyar hava mist á sjónum, tí tað fongríka havið kravdi dýrt viðurlag fyri sínar gávur.

Meg minnist kvinnurnar, ið gjørdust einkjur undir seinna heimsbardaga. Vaks upp við søgunum og kenni børn teirra. Lívsins álvarsemi myndaði hugsanina.

Dugnaligar kvinnur og samanhald millum fólkið. Tað er mær ein frøi at síggja børnini, ið mistu pápan á sjónum/á landi í mínari tænastutíð, sum vaksin og væl komin undan. Tað var tað, ið vit í sorgini bóðu Harran um.

Deyðin er ikki einans lívfrøði. Talan er um eitt sosialt og fólksligt fyribrigdi, ið er rættiliga eyðsýnt í gerandisdegnum. Svá vit fara um og virða deyðan, meta vit lívið. Tað er ikki einans vakurt at steðga á. Tað er at røkja sorgina og savna orku, ið gevur áræði til vónríka framtíð.

Kenslan er løgin, at vit í eini sjófarandi tjóð ikki í størri mun geva allahalgannadegi sum minningardegi teirra sjólátnu gætur. Tað var hóskandi, at vit høvdu frí frá arbeiðsmarknaðinum og kundu hugsavna okkum um lívsins stóru spurningar.

Vit eru ein tjóð, ið hevur hjallin á sjónum. Hugsi, at virðingin fyri okkara sjófólki kann styrkjast í samfelagnum. Sjófólk og reiðarar verða mangan umtalað neiliga. Tað er als ikki rætt at lasta ein stætt vegna hugsjónarliga ella politiska ósemju.

Mannligu forfedrarnir høvdu sítt yrki á sjónum. Í mínum huga vóru teir dugnaligur menn. Mítt ættarlið valdi aðra lívsleið, ið hvørki ger virðið størri ella minni.

Áminningin um havið og lívsins álvarsemi er gagnlig. Tað, ið livir í sjónum, er okkara fremsta fíggjarliga kjølfesti. Tó, øll menniskju hava sama virði uttan mun til yrki og førleika.

Viðhvørt krevur havið ein náðileysan prís. Eisini yrki á landi krevja mannalív. Vit mega sum fólk virða og umtalan deyðan til tess at kunna fagna lívinum og andaliga liva eitt frælst lív.

Kristna fatanin er, at lívið er ein gáva frá Guði, ið vit hava til láns. Lívið er givið okkum, og ein dag verður tað handað aftur til skaparan.

Henda yvirskipaða fatanin gevur okkum tryggleika at liva undir teimum umstøðum, ið gjørdust okkara. Gevur okkum styrki til at minnast tey deyðu. Tann kristna trúgvin er als ikki ein ferðaseðil til einvegis eydnu og lukku.

Tey, ið vit mistu í yngri árum, og tey, ið vit mistu á ellisárum. Í báðum førum er talan um søguligan samleika. Samleiki verður ikki einans myndaður ígjøgnum eitt langt lív saman. Tað er staðfest so mangan, tá ið smábørn verða tikin frá okkum.

Eisini tíðin, ið mamman ber, myndar og skapar foreldranna samleika. Tess vegna fegnast vit um opinleikan, ið lívgar fatanina av lívinum, tá ið vit minnast børn, ið doyðu sum pinkubørn. Opinleikin, tað at gleðast saman og gráta saman, styrkir foreldur og avvarðandi í teirra avbjóðingum.

Foreldur søgdu mær henda sannleikan eftir eina gudstænastu, ið mintist pinkubørn og børn, ið doyðu. Ein kvinnuligur prestur talaði Guðs orð við vísdómi. Hon gav innliti í ein part av lívsins gátu. Ljós vórðu tendrað fyri børnunum.

“Fyrst tá ið vit tendraðu ljós fyri okkara deyða barni, fingu vit sálarfrið eftir 17 ár við fjáltri og óvissu.”

Foreldrini fingu frið við deyðan og upplivdu, at barnið var ein partur av teimum sjálvum, at barnið livdi í minninum, at tað varð borið í hjartanum. Hóast barnið var jarðað fyri nógvum árum síðan, gav minnið um barnið ró og felags samleika.

At minnast tey deyðu er ikki einans afturlítandi. Tað er so løgið tað enn ljóðar at hyggja frameftir. Skal framtíðin vignast, mega vit taka útgangsstøði í einum ítøkiligum veruleika, og veruleikin er, at vit hava mist onkran av okkara kæru.

Tað gagnar ikki at flýggja frá veruleikanum og skúgva deyðan ella minnið um tey deyðu burtur. Tað einans órógvar sjálvsmyndina og skalar fatanina av okkara lívfrøðiliga og sosiala samleika.

Hin kristna vónin trýr, at vit vegna Kristus og uppreisn hansara ognast ævigt lív í trúgv til trúar. Tað verður boðað í Jesu navni í kirkjum og samkomum.

Persónliga trúgvi eg, at Guð í Jesusi Kristi fór til botns við skipi og manning og teimum, ið lótu lív á sjónum. Hann var hjástaddur og innanborða til tess at leiða tey fram til uppreisn og ævigt lív. Lívsins fræ við deyðans vað. Amen.

Orðið: “Tí at við tað at deyðin kom við eini menniskju, kemur eisini uppreisn av deyðum við eini menniskju.” (Fyrra Korintbrævið 15,21).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo