Kemur tú frá Mýruvegi og út á Varðagøtu í Sørvági, tá ið tað er myrkt, so kunnu nýggju ljósini, sum eru sett framvið gøtuni niðan á Flogvøllin órógva.
Í seinastuni hava eini tvey ferðsluóhapp verið júst her.
Kemur tú út frá Mýruvegnum, so er treytaleys víkiskylda, og tí kann tað fáa rættiliga álvarsamar avleiðingar, um ferðsluóhapp hendir.
Í teimum tveimum ferðsluóhhappunum sum hava verið í seinastuni, var tó bert talan um materiellan skaða.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo