Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Krabbameinsfelagið: Í oktober varpa vit ljós á bróstkrabba. Í hesum sambandi kanst tú ogna tær blusu og sokkar og samtíðis stuðla gransking og arbeiðinum hjá Bót til Bata, ið er bróstkrabbabólkur hjá Krabbameinsfelagnum.

Bróstkrabbi er íðuligasti krabbameinsformur hjá kvinnum og rakar eina av hvørjum tíggju kvinnum í Føroyum. Bróstkrabbi rakar eisini menn, og ein av hvørjum túsund fær sjúkuna.

‘Eingi bróst eru eins’ er ein týðandi áminning í stríðnum ímóti bróstkrabba. Bróstini síggja ymisk út og kennast ymisk. Tí hevur tað alstóran týdning, at vit øll kenna okkara egnu bróst væl og javnan kanna tey, so at vit skjótari merkja, um broytingar eru. Broytingar merkja ikki altíð, at talan er um krabba, men tað er altíð best at venda sær til lækna okkara sum skjótast, um vit varnast okkurt. Tíðin arbeiðir fyri krabbanum, so tess fyrr, ein møgulig viðgerð kann byrja, tess betur.

Fleiri ferðir áður hevur Bót til bata varpað ljós á bróstkrabba í samstarvi við føroyskan sniðgeva, ið hevur sniðgivið ein bróstkrabbalut.

Í ár er samstarv gjørt við EINSTAKT, sum hevur sniðgivið sokkar og blusir. Blusurnar eru úr 100% vistfrøðiligari bummull og sokkarnir eru út tunnari ull, alt úr bestu góðsku.

Tað er avmarkað mongd av blusum og sokkum. Undanfarin ár hevur sølan gingið sera væl, so um tú ynskir tær eina blusu ella eitt par av sokkum, so er ikki at bíða.

Sølan byrjar mánadagin 2. oktober hjá EINSTAKT í Havn, á Tjaldurs Apotekið í Havn, Eysturoyar Apotekið, Norðoya Apotekið og Suðuroyar Apotekið. Kostnaður fyri blusuna er kr. 300,- og sokkarnir kosta kr. 65,- fyri parið.

Bót til bata og Krabbameinsfelagið takka av hjarta fyri stuðulin. Ein serlig tøkk fyri myndatøku, grafiska uppsetan og prent til Klaru Johannesen, Tanyu E. Joensen, Else Sjúrðarberg og Frøoyaprent, umframt tær kvinnur, ið hava latið seg avmynda í sambandi við hetta átak.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo