40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Bravo Golf Spf (Nordixis) hevur yvirtikið Local.fo, ein miðil sum er kendur fyri at bera tíðindi um Føroyar á eingilskum máli. Yvirtøkan er veruleiki aftaná at Torleif Joensen, fyrrverandi eigari og ein av stovnarunum av Local.fo, kom ásamt við keyparan um yvirtøkuna fyri ein kostnað sum ikki verður upplýstur.

Nýggjur redaktørur er Búi Tyril, sum eisini er ritstjóri og útgevari av Faroe Business Report.

Local.fo varð sjósett fyri skjótt trimum árum síðani.

“Hetta er ein spennandi verkætlan sum vit fara at gera alt fyri at menna víðari,” segði Maria Olsen, stjóri á Nordixis. “Vit hava fleiri nýggjar tænastur ávegis sum vit meta passa væl saman við Local.fo; eitt nú verður talan um at fáa ávísa samskipan millum Local.fo og Faroe Business Report.”

Ætlanin er sambært redaktørin at gera nyttu burturúr at Local.fo nær út til eitt stórt tal av brúkarum kring heimin umvegis sjálva netsíðuna Local.fo so væl sum via eitt nú Facebook síðuna av sama navni.

“Ein av postunum vit løgdu út nú um dagarnar var náddur út til fleiri enn 114.000 lesarar á Facebook seinast eg hugdi,” viðmerkti Búi Tyril. “Á Local.fo heimasíðuni hava higartil í ár verið umleið 430.000 vitjanir og um 185.000 brúkarar. Hetta sigur nakað um at her er nógv at arbeiða við og stak góðir møguleikar, serliga í sambandi við ferðavinnu men eisini tá tað kemur til at veita eina týðandi tænastu til útlendingar við áhuga fyri Føroyum, íroknað vinnuligum áhuga.”

Torleif Joensen viðmerkti: “Tey seinastu næstan trý árini hevur verið arbeitt fram ímóti at Local.fo skal vera ein týdningarmikil veitari av tíðindum og øðrum upplýsingum um Føroyar til útheimin. Hetta er nú veruleiki, og eri eg glaður fyri at teir nýggju eigararnir eru eldsálir ið fara at menna tænastuna uppaftur meira. Tað verður spennandi at fylgja við.”

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo