

- Eg havi tosað við formenninar í samgongu og andstøðu og fari at brúka næstu tímarnar ella í morgin at taka eina avgerð, segði løgmaður við ÚF í kvøld.
Spurdur um aðrir møguleikar enn nýval eru, segði løgmaður, at hann fer at kanna aðrar møguleikar enn at útskriva val.
Men sambært ÚF sum hevur tosað við formenninar í andstøðuflokkunum, so fær løgmaður ikki nakra hjálp frá andstøðuni.
Allir floksformenninir vilja hava val.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo