Løgreglan í Donetsk-landspartinum skrivar á síni netsíðu at kanningarfólkini hava funnið og grivið upp fimm deyð børn í ukrainska býnum Lyman. Sambært løgregluni vísa fyribils kanningar at øll doyðu av granatsárum, skrivar VG.
Børnini eru fødd í 2008, 2011, 2012, 2019 og 2021. Fýra av teimum vóru funnin í hópgrøv í kirkjugarði, meðan fimta barnið var grivið í havanum hjá mammuni.
Tá líkini eru kannað verða tey jarðað av nýggjum, skrivar løgreglan.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo