Løgreglan í Skotlandi kannar boð um hóttan móti rithøvundinum J. K. Rowling eftir at hon legði út eina fordøming á Twitter av álopinum á Salman Rushdie.
Tað skrivar Reuters sambært NRK.
Harry Potter-rithøvundin skrivaði at hon vamlaðist eftir at hava hoyrt um álopið við knívi, og at hon vónaði skjótan betring. Ein brúkari svaraði «Stúr ikki fyri tí, tú ert næst».
Seinni tvitraði hon at Twitter ikki helt at hóttanin var í stríð við teirra rætningslinjur, og eftir tað at løgreglan tók sær av málinum nú.
@SalmanRushdie off ventilator and talking! Continued prayers from all @chq
— Michael Hill, Ed.D. (@MichaelHillCHQ) August 14, 2022
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo