Løgtingið: Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna hitti mánadagin, umboðandi Løgtingið, ukrainska forsetan Volodymyr Zelenskyj, tá ið hesin var á vitjan í Fólkatinginum.
Í stuttari samrøðu teirra millum nevndi løgtingsforkvinnan ukrainsku flóttafólkini í Føroyum, og at roynt verður at gera alt fyri, at tey kunnu trívast her, meðan kríggið herjar. Og at vit stuðla Ukraina og vóna, at kríggið skjótt er av. Zelenskyj takkaði Føroyum fyri, at vit hýsa fólki hansara.
Løgtingsforkvinnan, varð saman við løgmanni eisini boðin til miðmála saman við ukrainska forsetanum og frú Jelena Zelenskjaja, sum hennara hátign Margretha drotning var vertur fyri. Millum gestirnar vóru donsku krúnprinsahjúnini, forsætisráðharrin og uttanríkisráðharrin, grønlendsku landsstýrisformaðurin og tingformaðurin og ukrainski sendimaðurin í Danmark við frú.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo