Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Í dag byrjar árliga ST-ráðstevnan um javnstøðu, CSW68. Evnið í ár er fíggjarlig javnstøða fyri kvinnur. Ein trupulleiki, sum er kendur um allan heim, eisini í Føroyum.

1 av 10 kvinnum liva í ekstremum fátækradømi - og tær eru nógv fátækari enn menn. Um dagarnar frættu vit, at føroyskar kvinnur tjena 34% minni enn menn - hóast vit eru millum virknastu kvinnur í heiminum!

Vit hava úr at gera - politiski myndugleikin, vinnan, felagsskapir og øll onnur fyri at tryggja kvinnum fíggjarliga javnstøðu og eisini vald og ávirkan.

Tí fegnist eg um, at tað er lukkast okkum at savna ALLAR tingkvinnurnar á hesi ráðstevnu. Tvørturum flokkar og áskoðanir, eru vit samdar um at vilja fremja javnstøðu í Føroyum.

Mín vón er, at vit við allari tí vitan og íblástri vit fáa á ráðstevnuni, kunnu røkka ítøkiligum málum, men eisini at samstarvi okkara millum fer at forplanta seg í politisku skipanini yvirhøvur.

“Womens rights are human rights”, sum Antonio Guterres segði fyri løtu síðani, tá hann setti ráðstevnuna.

Liljan Weihe
Tingkvinna, Tjóðveldi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo