Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Sáttmálin hjá Føroya Lærarafelag gongur út tann 1. oktober 2022. Skúlablaðið hevur vent sær til formann felagsins, Jacob Eli S. Olsen, og m.a. spurt hann, hvat nevndin sum heild leggur dent á í samráðingunum komandi heyst.

- Felagið fylgir væl við í lønar- og sáttmálaviðurskiftunum á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum, og sum partur av tí eisini samráðingarúrslitum. Felagið raðfestir nú sum áður til samráðingarnar lønarspurningin og arbeiðsumstøðurnar hjá limunum. Tað liggja altíð nógv ting á láni, so er spurningurin, hvat politiska leiðslan í Nesinum hevur áræði og mót til at fáa upp á pláss, sigur Jacob S. Eli Olsen.

- Hyggja vit at arbeiðsumstøðunum, so má flokslærarin hava meira tíð til sítt arbeiði, flokkarnir eru ov stórir, og lærarar undirvísa eisini alt ov nógv. Ein lærari í Føroyum undirvísir 28 tímar um vikuna, meðan ein lærari í Danmark undirvísir 25 tímar, og í Finnlandi, sum vit ofta taka fram sum ein framúr skúla, har undirvísir ein flokslærari í 1.-5. flokki 23 tímar um vikuna, meðan ein lærari í hádeildini í finskum undirvísir einans 18 tímar um vikuna. Um okkara lærarar undirvísti sama lág tímatal sum í Finnlandi, so var munandi meira orka til hvønn undirvísingartíma og dygdin hareftir, metir Jacob Eli S. Olsen.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo