Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit eru í einari bráfeingis undantaksstøðu beint nú, og hava verið tað alt for leingi, við søguliga stórum troti á arbeiðsmegi á serliga dagstovnaøkinum og eldraøkinum. 

Vit í minnilutanum í Tórshavnar býráði eru samd við okkara borgarstjóra og pørtum av meirilutanum um, at eldraøkið og dagstovnaøkið eiga at fáa eitt lønarlyft, sum munar, so eitt størri incitament er til at vera á hesum arbeiðsøkjum/plássum, og at fleiri starvsfólk søkja inn á økini.

Tó meta vit eisini, tá ið lyft verður lønarliga, so eiga tey, sum hava eina fakligheit á økinum, at verða lyft lutfalsliga meira enn tey, sum eru hjálparfólk. Hetta kann gera, at fleiri av teimum ófaklærdu velja at úbúgva seg. Sum nú er, er lønarmunurin so lítil, at lítið og einki incitament er at fáa sær eina útbúgving.

At arbeiða á eldraøkinum og dagstovnaøkinum krevur fakligheit, og á hendan hátt við at differentiera nakað í lønarlyftinum, senda vit eitt signal um, at vit vilja hava fleiri fakfólk á økið. T.d. sum nú er verður §8, Stk 4. Í Dagstovnalógini, støðugt ikki fylgd. Lógin sigur soleiðis:

“Starvsfólkabýtið á dagstovnum skal í minsta lagi verða 2/3 til námsfrøðingatímar og í mesta lagi 1/3 til hjálparfólkatímar. Í serligum førum kann landsstýrismaðurin víkja frá hesum kravi.”

Vit vilja eisini gera vart við hetta, vit virða samráðingarrættin, men ongin siðvenja og regla er so stirvin, at ikki eitt undantak kann gerast.

Hetta søguliga undantak eiga vit at gera og stuðla undir avgerðina hjá sitandi landspolitisku samgongu um at geva hesum úrvalsliðið innan vælferðarøkið eitt tiltrongt lønarlyft.

Minnilutin í Tórshavnar býráð
Elsa Berg, Tjóðveldi
Annika Olsen, Tjóðveldi

Gunvør Balle, Tjóðveldi
Jákup Dam, Tjóðveldi
Súsanna Olsen, Framsókn

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo