40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Javnan verður havt á lofti at lønirnar í vælferðarstørvunum eru ov lágar.

Í 1969 gjørdi mann í Danmark ein "tjenestemandsreform". Onkur heldur, at hetta er høvuðsorsøkin til, at vælferðarstørvini ikki fáa nóg høga løn í mun til teirra arbeiði og ábyrgd.

Hóast mann eftir mínum tykki gjørdi ein feil við at gera eina slíka lóg, so haldi eg ikki, at møguligi feilurin verður rættaður við at gera tað sama sum í 1969, also at blanda seg uppí.

Lønir skulu eftir mínum tykki samráðast millum fakfelag og arbeiðsgevara.

Harafturat haldi eg, at starvsfólkatrotið í vælferðarstørvunum ikki bara skyldast lønini, men eisini trivnað og ábyrgd. Starvsfólkini skulu trívast í sínum starvi.

Vanliga kann trivnaðurin ikki mátast í pengum.

https://www.youtube.com/watch?v=8tBBZEjJReM

Gott val
X við A
Fía Selma Nielsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo