Viðv. lógaruppskoti nr. 31/2020: broytingar í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk (Broytt tillagað starv, nýggj javning o.a.)
Føroyar hava í 2009 sett í gildi Sáttmála Sameindu Tjóða um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. § 27 b í sáttmálanum staðfestir, at tey, ið bera brek, ikki mugu verða fyri mismuni á arbeiðsmarknaðinum – heldur ikki, tá umræður løn.
Tað er av stórsta týdningi fyri okkum øll – bæði frísk og sjúk – at fólk, ið bera brek, ikki verða fyri mismuni á arbeiðsmarknaðinum.
Lógaruppskotið hjá landsstýrinum um at lækka lønina hjá teimum, ið vegna sjúku/brek hava tillagað starv, er ikki er í tráð við ST-sáttmálan um rættindi hjá teimum, ið bera brek.
Skipanin við tillagaðum størvum varð sett í gildi við lóg, so sleppast kundi undan, at fólk, ið vóru sjúk ella bóru brek, skuldu gerast óvirknir fyritíðarpensjónistar, men skuldu vera virkin á arbeiðsmarknaðinum. Lønin fyri tillagað starv skuldi vera sáttmálabundin løn og ikki ein jo-jo løn, sum landsstýrið kann skerja eftir vild.
Hetta lógaruppskot um skerda løn til sjúk og brekað eigur at verða tikið aftur.
Føroya Astma/Allergifelag
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo