Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Almanna- og Mentamálaráðið: Løgtingslóg um biografar er nú avtikin. Tað merkir, at nú verður ikki longur neyðugt at søkja um loyvi til annaðhvørt at stovnseta og reka biografar ella til at hava einstakar almennar filmssýningar.

Tann einasti virkni biografurin í landinum í løtuni, Havnar Bio, skal sostatt ikki longur søkja um at fáa loyvið endurnýggjað, men skal framhaldandi halda krøv um brunatrygd o.a.

Tað merkir eisini, at stovnar, feløg og einstaklingar, eitt nú mentanarhús, kommunur, kirkjur og ungdómshús, ið vilja hava almenna filmssýning, ikki fyrst mugu útvega loyvi frá landsstýriskvinnuni.

Sirið Stenberg fegnast um, at meiriluti fekst fyri uppskotinum:

- Tíðin er farin frá biograflógini. Lógin stavar frá eini tíð við filmseftirliti, sum ikki er til longur. Við avtøkuni av lógini verður minni skrivstovuveldi, samstundis sum at armslongdarmeginreglan verður vird.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo