Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Løgmálaráðið: Skjótt skal tað vera revsivert at fremja kynsliga avnoyðing ella at lokka børn og ung við ætlan um at fremja kynsligan ágang.

Í dag er lógaruppskot sent til ummælis um at lokking og kynslig avnoyðsla vera kynslig brotsverk í Føroyum, eins og tey eru í nógvum øðrum londum.

“Lokking” verður eisini kallað “grooming” og sipar til, tá ið persónur roynir at byggja upp samband við eitt barn ella ein ungan undir 18 ár við ætlan um seinni at fremja kynsligan ágang móti barninum ella tí unga. Sambandið verður vanliga bygt upp á netinum.

Kynslig avnoyðsla eitur á enskum “sextortion” og er samanseting av orðunum “sex” og “extortion.” Hetta er, tá ið persónur eitt nú brúkar nakinmyndir ella annað kynsligt tilfar av órættaða til at noyða órættaða at fremja kynsligar gerðir á seg sjálvan.

Seinastu árini hevur tað víst seg at kynsligur harðskapur byrjar á netinum. Okkara børn og ung ferðast nógv á netinum, og tí mugu tey verjast betur, sigur Bjarni Kárason Petersen.

Uppskotið verður væntandi borið í tingið í heyst og skal eftir ætlan koma í gildi 1. januar 2024.

Tað ber til at lesa og ummæla lógaruppskotið HER.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo