40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Holland hevur leikt seg víðari til fjórðingsfinalurnar í HM. 

Tveir fyrrverandi United-menn, Memphis Depay og Daley Blind, løgdu Holland á odda 2-0 í fyrra hálvleiki.

Amerikumenn minkaðu um munin í seinna hálvleiki, men spenningurin vardi bara í fimm minuttir. 

Denzel Dumfries sló niðurlendska sigurin fastan, tá ið góðir tíggju minuttir vóru eftir at leika.

Seinni í kvøld spæla Argentina og Avstralia næsta dystin í 2. umfari.

Holland spælir aftur næsta fríggjadag. 

Holland-USA 3-1 (2-0)
1-0: Memphis Depay, 10
2-0: Daley Blind, 45+1
2-1: Haji Wright, 76
3-1: Denzel Dumfries, 81

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo