Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Tórshavnar kommuna: Havnar Telvingarfelag og Kvøldskúlin hava seinastu tvey árini skipað eitt samstarv um tvey skeið í talvi fyri børn í 1.-7. flokki byrjarar - og eitt fyri 1.-7. flokki vand.

Farna skúlaár vóru 30 næmingar á hesum skeiðunum. Næmingarnir hava telvað í Gulaskúla.

Skeiðini eru so væl umtókt, at tey eisini eru á skeiðslistanum kvøldskúlaárið 2020/2021.

Helgi Dam Ziska, stórmeistari, fer at hava høvuðsábyrgdina, og so fer millum annað 14 ára gamli Luitjen Akselsson Apol at undirvísa. Tað er helst fyrstu ferð, at so ungur telvari fer at undirvísa á einum skipaðum talvskeiði her á landi.

Tilmeldingin til Kvøldskúlan byrjar mánadagin 24. august 2020. Faldarin verður borin út í hvørt húsarhald mikudagin 19. august.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo