Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Lutakastið til fjórðingsfinalurnar verður á Rás 1 í Televarpinum hóskvøldið - Mynd: www.FSF.fo

Lutakastið til fjórðingsfinalurnar verður á Rás 1 í Televarpinum hóskvøldið - Mynd: www.FSF.fo

Lutakastið til fjórðingsfinalurnar verður á Rás 1 í Televarpinum hóskvøldið - Mynd: www.FSF.fo

FSF: Sjey dystir eru á skránni í fyrsta umfari í kappingini um Løgmanssteypið. Fýra dystir verða spældir í dag, meðan hinir tríggir verða spældir í morgin, sum er flaggdagin 25. apríl.

Tríggir av teimum fýra dystunum í dag byrja klokkan 17:30. Á Eiðinum í Vági bresta FC Suðuroy og TB saman, Inni í Dal á Sandi fær B71 vitjan av AB, og á Hoyvíksvøllinum tekur FC Hoyvík ímóti Víkingi. Fjórði dysturin verður á Djúpumýru í Klaksvík klokkan 18:30, har KÍ og HB hittast.

Í morgin, flaggdagin 25. apríl, verður lagt frá landi klokkan 15:00, tá B68 og ÍF møtast á Svangaskarði. Klokkan 17:30 spæla EB/Streymur og 07 Vestur við Margáir, og klokkan 19:00 fær B36 vitjan av Skála.

Aftaná dystin í Gundadali verður farið undir lutakastið til fjórðingsfinalurnar, sum eru á skránni hósdagin 9. mai. Lutakastið verður víst beinleiðis á Rás 1 í Televarpinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo