Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Nú ber til at tekna seg til alment lutakast um grundstykkini í nýggju útstykkingini á Argjahamri. Talan er um 46 grundstykki, ið verða stykkjað út sunnanfyri verandi útstykking á Argjahamri.

Liðugt planeraði grundstykkini verða um 400 fermetrar til støddar, og kostnaðurin er mettur at vera 630.000 krónur. Gongur sum ætlað, verður útstykkingin liðug í september 2024.

Seinasta freist at tekna seg til lutakastið er 20. august 2023 á midnátt.

Fyri at vera við í lutakastinum mást tú millum annað vera fylt 18 ár, og tú og maki tín ella partnari tín mugu hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis, til dømis saman við øðrum ella umvegis partafelag, eiga sethús, tvíhús, raðhús ella grundstykki í Tórshavnar kommunu.

Tá freistin er farin, eftirkannar kommunan, at allar tilmeldingarnar lúka tær treytir, kommunan setir. Heldur kommunan, at onkur ikki lýkur treytirnar, fær viðkomandi boð um hetta, áðrenn lutakastið verður avgreitt, so møguleiki er at rætta møguligar misskiljingar.

Á síðu okkara um kommunalar útstykkingar ber til at lesa um treytirnar fyri at vera við í lutakastinum og tekna seg til lutakastið.

Kommunalar útstykkingar í Tórshavnar kommunu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo