Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Styrkisambandið: Merkið er við í viðførinum, tá kappast veðrur um norðurlendska meistaraheitið olympiskari vektlyfting.

Kappingin verður hesaferð í Landskrona í Svøríki. Í fjør varð Maibrit Reynheim Petersen fyrsti føroyingurin, sum kappaðist í NM í vektlylfting, og afturat henni eru í ár tríggir mans.

Kappingin byrjar fríggjadagin, tá allir kvinnuflokkarnir upp til -64 kg kappast. Restina av kvinnunum og allir bólkarnir hjá monnum lyfta leygardagin. Maibrit kappast í bólkinum -71kg, og tí lyfta allir føroysku íðkararnir leygardagin.

Maibrit Reyhneim Petersen (-71kg), er einasta kvinnan í føroyska hópinum. Hon er eisini einasti íðkari ið hevur verið til NM Senior áður. Í fjør hevði hon eina sera góða kapping, og fekk øll lyft góðkend, umframt tvey føroysk met.

Mennirnir ið eru við eru, Niels Áki Mørk (-61kg), Pól Hendrikur Andreasen (-67kg) og Leif á Bøgarði (-81kg).

Fremsta heiðursmerkjavónin er helst Pól Hendrikur Andreasen. Sammett við tað, sum aðrir lyftarar hava meldað til við, so eru lyftini hjá Pól Hendriki somikið góð, at hann kann standa ovastur á pallinum, um lyftini ganga eftir vild.

Niels Áki vann í fjør NM fyri juniorar í sínum vektflokki. Vónirnar eru eisini, at hann fer at hava heiðursmerki heim við sær, nú hann skal kappast millum tey vaksnu.

Leif hevur drigist við skaðar hetta seinasta árið, men hann hevur kortini megnað úttøkukrøvini til kappingina.

Hann tykist nú veruliga at vera komin fyri seg aftur, og tí verður spennandi at síggja, um hann nú aftur kann lyfta upp til sítt allarbesta. Hetta er fyrsta ferðin, at Leif umboðar Føroyar í altjóða kapping.

Kappingin verður stroymd á netinum, og til ber at fylgja við á slóðini: https://www.youtube.com/watch?v=Pk_R0ZgtgjQ

Teir tríggir menninir fara undir sína kapping klokkan 9 okkara tíð. Maibrit byrjar kl 11:30.

So er spurningurin bara, um føroysk ítróttasøga enn eina ferð verður skrivað í Landskrona.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo