Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: Undir altjóða heitinum ”The Promised Land” verður danska Oscaruppskotið, ”Bastarden”, lýstur sum ein westernfilmur á jýtsku heiðini.

Filmurin hjá Nicolaj Arcel byggir á skaldsøguna hjá Ida Jessen, ”Kaptajnen og Ann Barbara”, sum kom út í 2020.

Í filminum fáa vit sonnu stríðssøguna um ikki bara ódyrkaða lendið, men eisini náttúru, kærleika, óndskap, stórar ætlanir og offur í 1750’unum. 

Í 1755 er fremsta ynski hjá Fríðriki fimta kongi at menna jútsku heiðina og síðan leggja hana undir seg. Kveiktur av hesum ætlanum fer hin fátæki kapteynurin, Ludvig Kahlen, heiman og út á heiðina at velta og dyrka jørðina.

Byrðan, hann hevur átikið sær, er tó størri og tyngri enn væntað. Lítið fæst at vaksa, og bæði úlvar og ránsmenn gera um seg. Men ringastur er múgvandi góðseigarin, Fredrik de Schinkel, sum vil hava Kahlen riknan burtur.

Men tá Ann Barbara, ið heldur hús hjá Schinkel, rýmir og fer til Kahlen at verða, fær stríðssøgan á heiðini eina nýggja vend.

Høvuðsleikarar í filminum ”Bastarden”, sum eisini var í høvuðskappingini í Venezia, eru Mads Mikkelsen sum Ludvig Kahlen, og Amanda Collin sum Ann Barbara. Simon Bennebjerg er Frederik de Schinkel.

Filmsfelagið 1/11 kl 20:00 Bastarden (Nikolaj Arcel, Danmark 2023 127 min)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo