Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

41 ára gamli maðurin sum hevur játtað seg sekan í at hava dripið sálarlækna sín, Mariann Richardsdóttir Stenberg, ið hevði føroysk ættarbond, fekk skeiva viðgerð tá hann myrdi hana.

Tað vísir ein higartil loynilig frágreiðing frá danska arbeiðseftirlitinum, sum Jyllandsposturin endurgevur úr.

Hendingin fór fram 21. juli í ár, tá maðurin kom á ambulatoriið í Glostrup, har tey leingi høvdu roynt at fingið fatur í honum, tí tey vóru komin eftir, at hann ikki fekk røttu viðgerðina. Lækni hansara, Mariann Stenberg, var júst tá í holtur við at keypa sær okkurt í kantinuni, sum var beint við inngongina. Maðurin fór beint yvir til hana og stakk hana til deyðis. Tvey onnur, sum komu Mariann til hjálpar, fingu eisini skaða.

Drápsmaðurin var nakað frammanundan útksrivaður, men hevði fingið ov lítið av antipsykotiska heiliváginum við sær. Starvsfólki á ambulatoriinum royndi at fáa fatur á honum, men noyddust at fáa politiið at hjálpa sær at finna hann. Tá 41 ára gamli maðurin framdi illgerðina, hevði hann verið eftirlýstur síðani 6. juli.

Funnist verður nú at politinum fyri ikki at brúka nóg nógva orku til at finna eftirlýst, sálarsjúk fólk, sum kunnu vera vandamikil.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo