Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tann avgjørt mest lítillætni, og ovurbeskedni tjóðveldisturin, sum droymir um at sleppa sær aftur á Christiansborg er okkara febrilski facebook-skribentur hr. ARGE.

Hann datt fyri nøkrum árum síðani av tilvild inn um Fólkatingsins gátt, sum beskeðin eykamandatur, tí hansara høgnesiski rivalur segði sessin frá sær.

Ta upplivilsið, at Argemaðurin knappliga slapp at sita á donskum Fólkatingi, bleiv ein ógvislig psykologisk kollvelting fyri tann forsagda og smædna mannin, sum annars næstan mátti hava psykologhjálp, hvørja ferð, hann skuldi nærkast eini mikrofon.

Hann bleiv ein tann dýrasti og freki drongur, sum nakrantíð hevur sitið á donskum Tingi.

Tað var skjótt, at hann forlovaði seg við einari junta av catalonskum tjóðveldistum, sum vildu fremja landasvik í Spanien.

Ein tann mest groteski var Puigdemont, sum Magni nærmast politiskt adopteraði og hálsfevndist við.

Hann ætlaði at reiða upp fyri honum í Havn, men fekk ikki danskarar at betala.

Men tað var kortini slett ikki bíligt at hava socialt samband við spanskar landasvíkjarar, og hvønn fekk Magni til at betala fyri fundir og vertshúsvitjanir við catalonskum fantastum?

Jú, hesu ferð mátti tað danska Fólkatingið betala eftir vanligari tjóðveldistiskari BIDDARA-recept.

Magni og Puigdemont møttust ymsa staðni og royndu eftir førimuni at "spáka á vatni" saman.

Tað gekst illa og Puigdemont bleiv fongslaður viðhvørt.

Men tað mest spektakulæra og risamikla tiltakið, sum tann beskedna republikanska greipan fann uppá, var, tá ið tann ovurbeskedni hr. Arge dragsaði Puigdemont til Kjøpinhavnar í ta danska Fólkatingið og Universitetið fyri at vísa brotsmannin fram.

Eingin danskur politikari, og heldur ikki tað danska uttanríkisministeriið vistu rættiliga, hvat teir skuldu stilla upp við tann kriminella vinmannin hjá Magna.

Tað var ein sera provokerandi gerð móti Spanien, sum eftirlýsti kammiratin hjá Magna fyri landasvik.

Men tað undarliga og totalt endamálsleysa "stuntið" hjá Magna var avgjørt ikki bíligt.

Tað kostaði danska statinum, Fólkatingi og ikki minst politivaldinum milliónir.

Kjøpinhavn líktist einum býi í undantøksstøðu, meðan vinmaðurin hjá Magna Arge skuldi slúsast inn í ymsar stovnar í Kjøpinhavn.

Ferðslan steðgaði og febrilskur diplomatiskur aktivitetur mátti setast í verk fyri at kyrra Spanien og ta sponsku ambassaduna.

HVØR betalti so hetta láturliga tiltak?

Var tað Magni av síni "beskednu" fólkatingsløn?

Var tað partamaðurin Ovur-Høgni?

Var tað "Pubertila tjóðveldið" hjá Áka Andreasen?

Var tað tann kroniskt tómi kassin hjá tjoðveldistum?

NEI, VÆLSIGNAD, TAD VAR, SUM VANT, STATURIN og TAD DANSKA FÓLKATINGID, SUM MÁTTI FÍGGJA ALLAN SJÓNLEIKIN hjá hesum báðum politisku dólgum, Arge & Puigdemont.

Henda systematiska BIDDING, sum Magni stendur fyri, er ikki bara mannminkandi fyri hann, men fyri alt Føroya fólk.

Ein fólkatingsmaður, sum biddar og brúkar Tingið til egið privat forbrúk hoyrir ikki heima á donskum Tingi.

Nakað heilt annað er, um fólkatingsmaðurin útvegar pengaveitingar til almenn tiltøk fyri tann vanliga borgaran í Føroyum.

Men heilt analogt við Magna brúkti Ovur-Høgni Fólkatingið til reint privat forbrúk gjøgnum tann sonevnda norðuratlantiska spælibólkin.

Tjóðveldistar BIDDA bara til sín sjálvs, aldrin til almenn endamál, sum kunnu gagna vanliga føroyinginum.

Tí eigur Argedrongurin líka so lítið sum Yvir-Høgni at sleppa um ta donsku Fólkatingsgáttina at gera okkum fyri skommum, sum fastir komiskir og ússaligir Megin-BIDDARAR.

Virgar T. Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo