Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Føroya Styrkisamband: Maibrit Reynheim Petersen og Niels Áki Mørk endurvunnu síni FM-heitir í vektlyfting síðsta vikuskiftið. Metnógvir vektlyftarar kappaðust, 22 íalt, 11 kvinnur og 11 menn, full javnstøða. Íalt 36 met blivu sett trekk, stoyt, tvídysti og í sinclair-stigum. Samlaði vinnarin varð funnin út frá sinclair, sum er lyftivekt í mun til kropsvekt.

Maibrit er besti føroyski kvinnuligi vektlyftarin og var tað tí væntandi, at hon fór at vinna gull. Maibrit trekt 86 kg og stoytti 104 kg, íalt 190 kg (86+104=190). Hetta rakk til íalt fýra føroysk met: Í trekk, stoyt, tvídysti og sinclair-stigum við 232,93. Jenny Persson vann silvur við 73+88=161 kg og 197,82 sinclair. Bronsan fór til Juliu Tormansdóttir Jacobsen við 70+87=157 kg og 188,55 sinclair.

Hjá monnunum kappaðust Niels Áki og Pól Hendrikur Andreasen um gullið. Niels Áki lyftir serliga nógv í trekk og Pól Hendrikur hinvegin serliga í stoyt. Niels Áki fekk tvey tey fyrstu lyftini í stoyt kolldømd, men tìbetur fyri hann bleiv tað triðja góðkent. Annars hevði gullið farið til Pól Hendrik. Niels Áki fekk 325,84 sinclair, ið er føroyskt senior-met fyri menn.

Gullið fór til Niels Áka við tvídystinum 102+113=215 kg og 325,84 sinclair. Trekk-lyftið á 102 kg er føroyskt met í 67 kg vektflokkinum eins og tvídýsturin á 215 kg. Silvurið tók Pól Hendrikur við 96+114=210 kg og 302,22 sinclair. Á bronsuplássið kom Jónas Kristiansson við 93+110=203 kg og 246,26 sinclair.

Til hesa kappingina dømdi ein altjóða A-dómari úr Danmark, Laura Muratov, so at lyftarar skuldu kunna kvalifisera seg til ávikavist DM, NM-junior og EM-masters. 19 ára gamla Julia T Jacobsen megnaði júst tey kravdu 157 kg í tvídysti og luttekur tí undir Merkinum í NM-junior í Keypmannahavn seinni í ár. 58 ára gamli Niels Juel Arge kvalifiseraði seg til EM-masters í Haugesund í Noregi um miðjan juni í ár. Ungu lyftararnir, ið royndu eftir DM-luttøku, vóru nær við.

Fleiri nýggj andlit vóru at síggja, millum annað úr ítróttagreinunum rørslumegi og kappróðri. Eitt ávíst samanfall er serliga ímillum rørslumegi og vektlyfing, og nógvir av bestu vektlyftarunum í dag eru byrjaði við rørslumegi (krossfitt). Yngsti kvinnuligi lyftarin við FM var 11 ár, Mona Lea á Bøgarði og hjá monnunum 14 ára gamli Leon Dam.

FM-kappingin varð hildin í nýggju stásiligu hølunum hjá Burn Klassik í Berjabrekku. Av teim 22 luttakarunum vóru 20 úr Styrkifelagnum Stoyt og tveir úr Burn Íðkarum. Kappingin skuldi havt verið 23. mars, men eftir eina skjóta upptøku í ESNT, European Small Nations Tournament, varð gjørt av at luttaka í hesi kappingini, sum var í Monaco 23. mars. FM varð tí úsett eina viku.

Seinni í ár skipar Føroya Styrkisamband fyri Norðurlendsku Meistarastevnuni í vektlfyting, NM senior. Stórt tal av luttakarum er væntandi til landið hesar dagarnar umframt venjarar, dómarar, hjálparfólk, áskoðarar og onnur áhugaði. Kunngjørt verður í næstum, hvar ið landinum NM verður hildið.

Fleiri myndir síggjast her

Her síggjast videoklip

Øll úrslit og met kunnu síggjast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo