Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tað tykist sum prísurin á málningum er hækkaður sera nógv seinastu árini. Í síðstu viku bleiv ein lítil akvarell eftir Mikines seld fyri slakar 100.000 kr.

Í gjár var ein lítil málningur eftir Ruth Smith til sølu á Bruun Rasmussen. Málningurin varð virðismettur til 40 – 50.000 kr.

Hann varð seldur fyri eitt boð uppá heilar 140.000 kr.

Keyparin skal herumframt rinda ómaksløn v.m. til Bruun Rasmussen, so málningurin kostar yvir 200.000 kr. um hann skal flytast til Føroya. Prísurin fyri málningin uttan mvg var tilsamans útvið 190.000 kr.

Tað er heilt óvanligt at slíkir málningar verða seldir fyri slíkar upphæddir. Ein serfrøðingur sum VP hevur tosað við sigur, at orsøkin til høgu prísirnar snøgt sagt er, at fólk í dag hava meira pening um hendur, og tá hækka prísirnir á málningum munandi.

Málningurin hjá Ruth Smith kann síggjast: trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo