Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Á myndini síggjast f.v. Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóri, Maria Thorsteinsson og Heðin Mortensen, borgarstjóri

Á myndini síggjast f.v. Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóri, Maria Thorsteinsson og Heðin Mortensen, borgarstjóri

Á myndini síggjast f.v. Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóri, Maria Thorsteinsson og Heðin Mortensen, borgarstjóri

Tórshavnar kommuna: Maria Thorsteinsson byrjaði í gjár í starvinum sum skrivari hjá borgarstjóranum og kommunustjóranum. Maria er úr Klaksvík, er útbúgvin innan skrivstovuyrkið og hevur drúgvar royndir frá kommunala økinum.

Frá 2015 til 2019 var hon journalleiðari í Klaksvíkar kommunu. Har hevur hon havt ábyrgdina av journalini og skjalagoymslunum hjá kommununi og undirvíst starvsfólki í 360-journalskipanini, sum vit eisini brúka í Tórshavnar kommunu.

Sum journalleiðari hevði Maria eisini nógva málsviðgerð um hendi, tá ið talan var um innlitsmál, mál viðvíkjandi grundstykkjalistanum, hýruvognsloyvum v.m.

Síðani 2019 hevur Maria starvast sum skrivari hjá Barnaverndartænastuni í Norðoyggjum. Har hevur hon millum annað havt ábyrgd av telefonmóttøkuni og móttøkuni hjá Barnaverndartænastuni, og harumframt hevur hon virkað sum skrivari á fundum hjá Barnaverndarnevndini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo