Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

OY Voxbotn 2023: Rapp hevur veruliga fingið fastatøkur í Føroyum og er tað betri umtókt enn nakrantíð. Tí eru vit glað fyri, at ungi rapparin Marius DC, sum longu hevur nógvar royndir innan økið, enn einaferð verður við á Voxbotn.

Tá hann var við til Sement kappingina, søgdu dómararnir um framførsluna, at hon var poetisk, listarlig, seksutt og rokkutt - alt í einum. Tey nevndu eisini, at teksturin var langt útyvir tað, ið er vanligt. Tað hevur gingið væl hjá Marius DC síðani tá, og tykist hann hava stóra áhoyrarafjøld millum ungdómin. 

Hann útgevur javnan stakløg, ið snúgva seg um alt frá baby rockarar, um lívið sum føroyskur hip hoppari, um gomul fólk, um harðskap og um at vera erligur. Á pallinum er hann fullur av orku og gleða vit okkum at uppliva alt hetta, á OY Voxbotn 2023.

Frammanundan er greitt, at Nathan Evans, Topgunn, Katrina frá Katrina & The Waves, RSP, Faustix, Marius, Lamin, Artigeardit, Maggie Reilly, Eyðun og Terji,  Lena Anderssen, Saveus, Superloader, Fríði Sigmundsson, Reiley, Herborg Torkilsdóttir og Danny og Ingi koma á OY Voxbotn 2023, so skráin er bæði breið, stór og spennandi.

Les meira á www.voxbotn.fo 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo