Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Marius Joensen, høvuðsvenjari, og Rúni Rasmussen, formaður í StÍF.

Marius Joensen, høvuðsvenjari, og Rúni Rasmussen, formaður í StÍF.

Marius Joensen er settur sum høvuðsvenjari hjá besta kvinnuliðnum hjá StÍF.

Hann fer eisini at hava ábyrgd av øllum gentualdursbólkunum. Til hesa uppgávu hevur hann fleiri hjálparvenjarar aftrat sær, skrivar StÍF á heimasíðuni.

Marius hevur verið fyribils venjari hjá kvinnunum síðan samstarvið við undanfarna venjara endaði hálvan oktober.

Marius hevur drúgvar royndir sum hondbóltsvenjari hjá børnum, ungum og vaksnum.

Hann spældi í mong ár á besta liðnum hjá StÍF. Hann hevur vunnið FM og fleiri ferðir verið steypavinnari.

Marius hevur kandidatsútbúgving í námsfrøðiligari sálarfrøði (Cand.pæd.pæd.psyk.). Hann hevur síðan 2012 arbeitt hjá Sernámi við børnum og ráðgivið námsfrøðingum.

Marius er 42 ára gamal, ættaður av Skála, men býr á Strondum saman við familjuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo