Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Marius Ziska er komin á Íslendska hittlistan Vinsældalisti Rásar2 við lagnum SILVURLÍN ið kom út fyrr í ár. Lagið er komið inn sum nummar 12.

Í 2015 kom útgávan HOME/HEIM hjá Marius Ziska út og var sera væl móttikin, og hann hevur síðani, millum annað, spælt nógvar konsertir og festivalar, og verið á konsertferð kring Evropa við Eivør.

Nú er Marius Ziska skjótt klárur við nýggjari plátuútgávu, sum enn ikki hevur fingið ásett útgávudag.

Leinkja til Rásar2 hittlistan:

www.ruv.is/thaettir/vinsaeldalisti-rasar-2

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo