

Tað verður meira av somu skuffu, tá fólkatingið sum vant kemur saman fyrsta týsdagin í oktober. Tá fer grønlendski fólktingslimurin, hin prestlærdi Markus E. Olsen at tosa grønlendskt av fólkatingsins røðarapalli.
Tað skrivar dr.dk.
Markus E. Olsen skal avloysa Aki-Matildu Høegh-Dam úr Siumut, sum elvdi til miklan orðadrátt, tá hon ikki vildi tosa annað enn grønlendskt av røðarapallinum í mai mánaða.
Mánadagin og týsdagin í næstu viku fer formansskapurin í Fólkatinginum at umrøða møguleikan at tulka tað sum grønlendskir og føroyskir politikarar møguliga ynskja at siga á móðirmálinum í Fólkatinginum.
Tað er áður komið fram, at skal alt simultantulkast, eins og øll skjøl gerast á øllum trimum málum, so fer tað at kosta yvir 200 milliónir krónur.
- Vit fara at ganga ynskjunum um tulking á møti, men kanska ikki í so stóran mun sum gjørt verður í Grønlandi, har alt verður simultantulkað, sigur Søren Gade, formaður í Fólkatinginum við dr.dk.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo