40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Í dag klokkan 15 er bronsufinalan í HM-endaspælinum hjá monnum á skránni.

Marokko og Kroatia bresta saman í dystinum um 3. plássið. 

Liðini bæði hittust eisini í bólkaspælinum fyri nøkrum vikum síðan, og tá endaði tað 0-0.

Sjálv finalan í kappingini millum Frakland og Argentina er í morgin klokkan 15. 

Argentina vann 3-0 móti Kroatia í hálvfinaluni, meðan Frakland vann 2-0 móti Marokko. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo