Marta skoraði brotssparkið í dystinum móti Italia og sendi Brasil til áttindapartsfinalu. Samtíðis skrivaði hon fótbóltssøgu, skrivar VG.
Og hetta gjørdist hennara HM-mál nummar 17.
Tað er eitt mál meira enn Miroslav Klose, sum hevur skorað 16 ferðir í fótbólts-HM hjá monnum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo