Landsliðsleikarin Mason Mount er nýggi maðurin í hópinum hjá Manchester United.
Tað skrivar felagið á sínum heimasíðum.
Manchester United hevur givið Mount ein sáttmála fram til 2028 við møguleikanum at leingja eitt ár, skrivar danska TV 2.
Tilsamans gjørdist tað til 195 dystir, 33 mál og 37 málgevandi í øllum kappingunum í Chelsea síðani byrjan í august 2019.
Portsmouth-føddi leikarin hevur eisini spælt 36 dystir á enska landsliðnum.
✍️ It's official.
— Manchester United (@ManUtd) July 5, 2023
Welcome to Manchester United, Mason Mount! ????#MUFC
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo