Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nógv fólk eru sera bilsin um, hví man hevur eitt so óvanliga skeivt býti av landsstýrisfólkum í tí just skipaðu landsgonguni.

Sjálvt um Javnaðarflokkurin er nógv størstur við níggju mandatum á Løgtingi, fær hann kortini einans tríggjar landsstýrislimir og løgmann, meðan Tjóðveldi við bara seks mandatum eisini fær tríggjar landsstýrislimir pluss løgtingsformannin.

Her er heilt logandi galið við matematikkini.

Hevur Tjóðveldi undir tí drúgvu trætuni biddað ella trúttað sær til eitt avskeiklað ministara-kvett?

Ella er Javnaðarflokkurin blivin alt for lagaligur.og beskeðin bara fyri friðs skyld.

Tann skeiva fordeilingin við stórt sæð pariteti millum ein flokk, sum minkaði, og ein munandi størri flokk, sum fór nógv fram, er matematiskt absurd og heilt óforstáilig fyri veljarafjøldina.

Annars er eisini merkiliga løgin geografisk sortering innanflokka hjá Tjóðveldisflokkinum, har EIN bygd í Suðuroy hevur fingið tvey landsstýris-fólk, sum bæði hava eina rættiliga talentleysa politiska fortíð, meðan flokkurin heilt manglar umboð fyri stórar oyggjar og meginpláss norðanfyri, bæði á Løgtingi og í Landsstýri.

So tann republikanska sektin dugir kanska hvørki matematikk ella geografi!

Ella HVAT er annars tann reella forkláringin.

Hvør er ovurvrakari í Tjóðveldismuni?

Virgar T. Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo