Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Leygardagin 23. juli kl. 11.30 verður matiné við sangara og guitarleikara Guðrið Hansdóttir. Guðrið er kend í føroyska tónleikaumhvørvinum og framførir og gevur út fløgur við tónleiki, sum hon sjálv hevur skrivað bæði løg og orð til.

Til hesa matinéina fer hon at spæla nýtt og eldri tilfar. 2. september fer Guðrið at geva út nýggja fløgu og fer hon at spæla nøkur løg av hesi útgávu eisini.

Tónleikurin hjá Guðrið er poppur við íblástri úr fólkatónleiki. Hon hevur givið út fýra solofløgur og hon er við í millum annað elektro bólkinum Byrta og kórinum Kata.

Hetta skrivar Fólkakirkjan á heimasíðuni

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo