Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Tað gekk ikki væl í hond tá ein lastbilur fullur av føroyskum laksi skuldi um markið til Norðurírlands herfyri.

Sambært Sunday World var talan um laks frá Bakkafrost, sum skuldi á marknaðin í Norðurírlandi, men tá bilurin tann 2. oktobur var farin um havnina í Belfast komu myndugleikarnir eftir, at pappírini ikki vóru í lagi. Teir bóðu tí bilin venda aftur, men ikki fyrr enn 11. oktobur gjørdi hann eftir boðunum. 

Sum skilst fór málið upp á høgsta diplomatiska stig, og eisini føroyska umboðskvinnan í Bretlandi, Kate Sanderson, var uppií og royndi at gera øllum greitt, at talan var um fisk sum leyk øll krøv um innflutning til bretska og írska marknaðin, og at framferðarhátturin frá føroyskari síðu var sum hann plagdi.

- Her er talan um eina fyrstafloks vøru við avmarkaðari livitíð, og vandi er fyri stórum fíggjarligum missi fyri ikki at tala um matspilli, um ikki skjótt verður borið at, sigur Kate Sanderson í einum telduposti til myndugleikarnar, har hon eisini minnir teir á, at føroyskur fiskur sambært galdandi avtalum hevur frítt at fara um landamarkið til ES.

Hvussu var og ikki, so gekk ov long tíð, og fiskurin mátti beinast burtur. Fiskurin hevði eitt virði á upp til 200.000 pund sambært Sunday World. Hetta er áleið 1,7 mió kr í okkara pengum.   

Myndugleikarnir í Belfast kanna nú, hvat tað var sum hendi og hvør hevur ábyrgdina, skrivar Sunday World.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo