40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Filmshúsið: Tann 16. februar skipar Filmshúsið fyri einum átaki á stóru filmsstevnuni BERLINALE 2023 í Berlin.

20 framleiðarar, leikstjórar og filmsfakfólk fara avstað við ítøkiligum verkætlanum fyri m.a. at skapa samstørv, menna og skapa nýggj sambond og fáa íleggjarar til samframleiðslur. Filmshúsið hevur luttikið í Berlin fyri fimm árum síðani. Tá var endamálið at greiða frá nýggja stovninum – Filmshúsið og hvørjar ætlanirnar vóru. Hesaferð er endamálið eitt annað.

Føroyska Filmshúsið skipar ferðina og hevur bás á stóra European Film Market, har tey gera føroyska filmsvinnu sjónliga. Harafturat skipar Filmshúsið fyri tiltakinum "Meet the Faroese", har 70 fólk eru boðin - filmsfakfólk, leiðandi fólk fyri onnur filmsinstitutt, umboð fyri stórar filmsstevnur (festival programmers), sølufólk, framleiðarar, Creative Europe, Cine-Regio og onnur - eru boðin.

Luttøkan á Berlinaluni er ein liður í at menna filmsvinnuna við at økja um virksemi, førleikamenna og skapa støðug arbeiði og fleiri arbeiðspláss.

Fyri filmsvinnuna er afturberingaskipanin eitt tað besta amboð at hava við á eina slíka stóra stevnu. Hon kann veruliga gera mun, tá útlendskar framleiðslur skulu dragast hendan vegin.

Tann 21. februar vendir allur hópurin aftur til klettarnar. Tina í Dali Wagner, leiðarin fyri Filmshúsið, sigur at fleir fyrispurningar um samframleiðslur eru, so tí er tað neyðugt at luttaka á slíkum stevnum. Til ber at lesa um virksemi hjá filmshúsinum á www.filmshusid.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo